Kann eg eiga fulla vissu?

Victor Danielsen
Orð: Daniel W. Whittle
Lag: Ira D. Sankey
Týtt: Victor Danielsen

1. Kann eg eiga fulla vissu?
Sál mín, kann tað vera so?
Kann eg standa nær hjá Gudi,
eg, sum breyt hvørt eitt hans boð?

Niðurlag:
Fulla vissu! Tí eg líti
á ein Harra krossfestan;
fulla vissu Jesus vann mær,
tá ið krossurin bar hann.

2. Hann er trúgvur, sum gav lyftið,
har mítt hjarta hvílir seg;
við at líta bert á Jesus,
fulla vissu eigi eg.

3. Arvingi og barn hjá Gudi!
Blóðið fulla frelsu gav;
syndina hann ei vil minnast,
søkt hon er í djúpa hav.

4. Sum títt barn eg tí kann breiða
út mítt hjarta fyri tær;
Kristus, hann er øll mín rættferð,
eg í honum standi nær.

FavoriteLoadingGoym tekstin