Kann vera, ikki á fjalli hátt

Orð: Mary Haughton Brown, Charles H. Gabriel
Lag: Carrie E. Rounsefell
Týtt: Victor Danielsen

1. Kann vera, ikki á fjalli hátt,
ei stormandi havi á,
kann vera, ikki í stríðnum fremst
tú, Harri, meg brúka má;
men um á ein veg, sum eg kenni ei,
meg kallar tín rødd so stilt,
eg svari: Við hond míni tíni í
eg fari, áh, Gud, hvar tú vilt!

Niðurlag:
Eg fari hvønn veg, ið tú vilt, áh, Gud,
so tak meg og leið tú meg!
Eg tali tey orð, ið tú vilt, áh, Gud,
hvat tú, Harri, vilt, verði eg!

2. Í dag eg kanska um kærleik tín
við syndarar tala kann,
eg kanska leiða kann heim eitt lamb,
sum burt frá tær, Harri, rann!
Áh, Frelsari, leiðir tú fót mín bert,
er leiðin enn døpur nú,
mín rødd skal bera tey boð so søt
og tala, áh, Jesus, sum tú!

3. Víst finst á foldum eitt lítið pláss,
har eg henda stutta dag
kann tæna honum, sum fyri meg
læt lívið á krossins træ;
eg líti meg í tína eymu hond,
eg veit, at tú elskar meg,
tak, ger meg til tað, sum tú, Harri, vilt,
meg virka lat bert fyri teg!

FavoriteLoadingGoym tekstin