Kanska tú svav

Holgar Jacobsen
Orð og lag: Holgar Jacobsen

Silvitni glitrar á blankstillu vág
fjøllini standa so reyst skamt har frá
deyðskalda myndin tú partur var av
vildi hon siga kanska tú svav

Beiskt er tað blandið tú svølgja mást her
vindurin blæsur tó blikalogn er
Vónin her skelvur av harbalnu ferð
Vil tað siga eitt lív endar her

Menniskjalagna nær lysir tað í
valdið ei títt er á myrkursins tíð
Nær verður ljóst,nornan hjálp stirdu sál
Vildi hon spyrja kom tú á mál
Vildi hon spyrja kom tú á mál
Vildi hon spyrja

FavoriteLoadingGoym tekstin