Kanska um 1000 ár

Orð: Niclas Johannesen og Petur Háberg Jacobsen
Lag: Petur Háberg Jacobsen

Hygg sólin, hon skýnur í mai,
hon lýsir á okkara leið.
Alt tað, eg elski so høgt,
ger lívið so einfalt tó fløkt.

Eg skilji, men skilji ei hví,
alt her er avmarkað tíð.
Ein byrjan, ið endar so brátt,
tá dagur gerst náðileys nátt.

Niðurlag: Ikki veit eg, hvat tað er,
og ei heldur, hvar tað ber,
men um kanska túsund ár
Gud fær turkað míni tár.

Brátt sólin, hon søkkur í kav,
og skip tey sigla um hav,
eg ein dag skal við á ferð,
har víddin endaleys er.

Niðurlag: Ikki veit eg nær og hvar,
um vit síggjast aftur har,
men um kanska túsund ár,
Gud fær turkað míni tár

FavoriteLoadingGoym tekstin