Kanst tú minnast enn ta tíð

Orð: Herbert E. Brander
Týtt: Hanus Hansen

1. Kanst tú minnast enn ta tíð,
tú ei longur livir í,
tá tú sat á móðurknæ,
og sum barn tú eyðmjúkt bað:

Niðurlag: Guð, sum øllum valdar her,
elskar meg, sum lítil er;
eydnan kemur, eydnan fer,
tann Guð elskar, sælur er!

2. Men skjótt varnaðist tú við,
heimurin gav ongan frið;
tá hann pínu beyð í løn,
mintist tú tá hesa bøn?:

3. Kom til Frelsaran í dag,
og tín sál skal verða glað;
hvíld og frið tú tá skalt fá,
aftur kanst tú biðja tá: