Kanst tú siga farvæl

Orð og lag: Steintór Rasmussen

Tú hevur hugt út yvir fjørðin
Og longst at sloppið vekk
Langt langt vekk frá hesum myrka tunga staði
Tú hevur uppbrúkt alla orku
Og teir kjansir sum tú fekk
So í mangar mátar er tað jú í lagi

Kanst tú siga farvæl
Til hesar kendu gøtur
Leggja heimin fyri tínar smáu føtur

Høgt tað er til himmals
Millum fjøllini er trongt
Í barmi tínum brennur sannur longsul
Tá hurðar latast aftur í hjørtunum er stongt
Gert býurin og lívið her títt fongsul

Kanst tú siga farvæl
Til hesar kendu gøtur
Leggja heimin fyri tínar smáu føtur

Ein kláran heystarmorgun
Í følvinum sá spor
Tú kleiv tað skarð har ivin vildi valla
Mót hægstu hugans tindum
Stór og vøkur orð
Tú vildi áðrenn dagur fór at halla

Kanst tú siga farvæl
Til hesar kendu gøtur
Leggja heimin fyri tínar smáu føtur

FavoriteLoadingGoym tekstin