Kanst tú syngja hin songin nýggja

Orð: Ingebret Thorkilsen
Týtt: Victor Danielsen

1. Kanst tú syngja hin songin nýggja,
sál, tú, sum ert nú á lívsins ferð?
Mangur, sum fekk Guds dýrd at síggja,
lærdi hin songin á foldum her.
Men tó fyrst tey tann tónan kendu,
tá tey komu Golgata á
og sítt eyga til krossin vendu –
men spyrt tú, hvat ið tey syngja tá?

2. Hjartatrongdin, hon leiðir songin,
evnið er Jesu Kristi blóð;
vón og friður í mær var eingin,
dømdur og heilt uttan Gud eg stóð;
men Immanuel fór í stríðið,
leyvan av Juda sigur vann,
meg tí fyllir hin friður blíði,
eg eina æviga frelsu fann.

3. Upp á Golgata fór hin dagin
myrkursins drottur til blóðigt stríð;
kom, áh, syndari, til hin staðin,
kom og hygg Frelsarans ásjón í!
Deyðans ræðsla hann hevur funnið,
pílurin í hans hjarta gekk,
har varð stríðið hitt stóra vunnið,
myrkursins drottur har deyðsár fekk.

4. Deyðin varð har av lívi vunnin,
frelsunarorðið hitt sæla sagt,
himmalleiðin varð okkum funnin,
klagarin mist hevur sína makt.
Sælur eri eg gjøgnum blóðið,
atgongd til Himmalin eigi eg,
frið fekk hjartað og andin móði,
Gud til eitt náðiker gjørdi meg.

FavoriteLoadingGoym tekstin