Kanst tú telja allar signingar

Orð og lag: Aage Samuelsen
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Kanst tú telja allar signingar, Guð sendir á tín veg,
allar stjørnir tá tú telja víst kanst við!
Um tað kennist sum at Guð ei svarar tínum bønum meir,
skalt tú vita, at Hann fylgir tær hvørt stig.

Niðurlag: Fjala skýggj tín trúarhimmal, lyftisstjørnur lýsa bjart
gjøgnum alt Hann teg varðveitir undurfult á lívsins veg
sjálvt um stríð og mótgongd pína, ja, so elskar Hann teg tó
og í vandastund Hann at sær tekur teg.

2. Um tú lisið hevur, tá Guð kom hjá Ábraham á gátt,
hann í undran hoyrdi Harran siga sær:
Næsta ár um somu tíð, um bert tú trýrt, tú síggja skalt,
tá skal lyftissonin Sára geva tær!

3. Og tá Móses førdi úr Egyptalandi Ísrael
leidd av skýnum gjøgnum havið fóru tey,
og við síni hond Guð leiddi tey frá morgun og til kvølds
yvir savnaðin sín frið at hvíla beyð.