Kapersber

Orð og lag: Orka

Kapersbersmakkurin
brennur ikki
beiskur longur

Muðurin
turrur
eitt opið svart hol

Vindur gjøgnum hoyggj
sansaleysa rødd

Ein skuggi uttan lit
Eitt umhvarv uttan snið

Loyst við dustinum
Loyst við líkningum
Loyst við skotinum
Frelsa

Eldur gjøgnum hoyggj
Sansaleysa ond

Fullkomið
Veruligt
Uttan kenslu
Klárir, hvassir

Gimsteinar
Renna í ánni

Loyst úr kjøtinum
Loyst úr kenslunum
Loyst úr pínuni
Her, nú

FavoriteLoadingGoym tekstin