Karin

Orð: Hans Andrias Djurhuus
Lag 1: Jógvan Waagstein
Lag 2: Jóhannus á Rógvu Joensen

1. Vit kunnu øll at renna dyst
og spæla “gamla-mann,”
men altíð rennur Karin fyrst –
hon flestar leikir kann!

2. Hon hevur gult og purlut hár
og eygu klár og blá
og eina rødd sum sól og vár,
eitt sinn sum síl í á.

3. Og allar fuglar kennir hon
og blómur uttan tal,
um kapp við kálvin rennur hon,
og tað er runnið væl.

4. Hon er so leikandi og løtt
og djørv og fótafim.
Hon syftir Óla sum ein vøtt
og ræðist ikki brim.

5. Og hvar hon gongur, hvar hon fer,
vit fylgja henni sæl.
Hon grønu byttu fulla ber,
og tað er borið væl.

6. Ja, Karin, hon er altíð fyrst,
hon allar leikir kann.
Hon lærdi meg at renna dyst
og spæla »gamla mann«.

FavoriteLoadingGoym tekstin