Karin

Orð: Steintór Rasmussen
Lag: Hanus G. Johansen

1. Kavin var júst bráðnaður og sólin hugdi fram
Tann dagin lítla Karin ein ring á vegnum fann
Ein ring við eini perlu hon glað til húsa rann
Og mamman segði: Karin góða hvør mann eiga hann

2. Karin spurdi genturnar og konur har umkring
Men ongin kundi kennast við hendan vakra ring
Við tí dýru perlu sum hon á vári fann
Sum mamman helt at Karin nú kundi eiga hann

3. Stolt og ovurfegin við ringi Karin gekk
Á tumlinum og onkuntíð í hálsbandi hann hekk
Mamman segði Karin gíða goym nú ringin væl
Tí tá tú verður størri á ringfingur hann skal

4. Tá Karin fylti seytjan kom eitt fólk á gátt
ein lítil gomul kona og hárið tað var grátt
hon segði góða genta tú onga gávu fær
Í tíggju ár tú borið hevur gullringin hjá mær

5. Eg onki vildi siga tá tú ein dagin stóð
Í gongini og spurdi meg so fitt og eygagóð
Tú vísti mær á ringin á tínum lógva lá
Men eisini dýrar perlur eg í tínum eygum sá

6. Tú kanst leita víða eftir gulli um tú vilt
savna alskins prýði stás og annað gylt
Tó ikki alt sum glitrar er eydnan her í verð
Men lívið er ein dýrgripur vit sjálvi evna her

FavoriteLoadingGoym tekstin