Karl á Bakka-valsurin

Orð og lag: Evert Taube
Týtt: Oskar Hermansson

1. Í Atlantshavs favni á grasgrønu oyggj,
har havaldan runar við strand,
tað syngur í líggjum, og nýturkað hoyggj
so angandi rýkur um land –
har siti í fjøruni eg við ein stein
og eygleiði fuglanna spæl,
har terna og likka og ritan so rein
hart stoyta og matveiða væl.

2. Eg ørlítlan drekki og njóti mín kjans:
eitt vælblandað hóskiligt slag,
og hoyri úr dansstovu eggjandi dans –
eitt fonlætt harmonikulag –
eg gerist so ungur, tó langabbi er,
ja, miðgerðasektin er kná,
tað versnar sum tíðin so líðandi fer,
við kvinnum at dansa á tá.

3. Ein sildamurt likkan í nevið sær fekk,
men eg fekk um hálsin ein arm,
so æviga ung hon í dans við mær gekk –
mær ørast við blaðungan barm –
her angar, her tónar av landi og sjó,
vit leska í nátt okkum mett,
her danskar Karl á Bakka og slítur sín skó –
í útnyrðing sólin er sett.

4. Nú hvílir mín grasgrøna oyggj við títt fang,
tú blikandi silvitnisvág
og summarløtt skýming sær smýgur um tang,
so mjúklig um heyg og um lág –
mítt álvafljóð dansar so tigandi stilt
og óttast alt mannfólka fals –
hon skelvur, tín hond, sum eg kysti so milt,
í moll vit nú dansa ein vals.

5. Men hey, allir vinir, alt fólkið í oyggj,
eg eri ei skálkur og lók,
við degnum í morgin eg risti út hoyggj,
á kyrrindum fái mær kók!
Eg dømi teg, dimmið og far tína kós,
tí ljós lívgar gróður um hól –
her dansar Karl á Bakka og álvanna drós,
hann dansar til reyð rísur sól!

FavoriteLoadingGoym tekstin