Karolina

Orð & lag: Steintór Rasmussen

Tey búðu her til leigu
Tað var eitt styttri skeið
Fólk tosaðu um mammuna
Um pápan vistu ei
Eitt leygarkvøld í býnum
Tað var eitt kærleiksbil
Lívið tekur skap tað skal so lítið til
Sig mær góða genta vit vita tað er svárt
Hvat skal ein ungmoy gera
Sum hevur gjørt tað lort
Tú ert ung og leitandi eitt barn tað er í veg
Vit biðja fyri tær og vit hugsa øll um teg
Karolina

Karolina fór til Danmarkar
Men ei til lækna kom
Vársólin skein fagurt dagin gentan kom
Av føðistovu ringdi heim og ofta ringdi út
Hon minnist egnan barndóm við trega og sút
Myndir hon fortrongdi koma aftur fram
Hon skifta mátti skúla
Sum mamman skifti mann
Men legg nú lítla skattin við tín unga barm
Gloym øll brotin lyfti svik og allan harm
Karolina

Men góða Karolina
Úr okkar eygum hvarv
Tey minni tú fekst við tær
Tað tú fekst í arv
Har heima fólk tey spyrja
Hvat dagurin tær beyð
Hvar eru tú og dótturin gitingar og sleyg
Lat tey nevna fongsul siga kvinnuheim
Eitt neyðardýr á gøtuni tú ert ein av teim
Tí yvir so mong menniskju
Fólk tey fella dóm
Tá tú vart uppá vegin var jú ongin vón
Karolina

At síggja eina kvinnu beisk og kenslukøld
Nei tað var ikki hana eg hitti hetta kvøld
Ein vøkur verdug dama lat upp sínar dyr
Ofta fært tú svarini sum leitar væl og spyr
Speglast djúpir sannleikar
Í eygunum eitt brá
Hvat skuldi eg í Føroyum
Ein einlig mamma tá
Fólk gera sínar søgur og fyri onnur við
Tann tíðin er nú farin lat hana hava frið

FavoriteLoadingGoym tekstin