Kavaborgin

Orð: Regin D. Patursson
Lag: Snowflake

Hey, halló kavaflykra,
eg vil so fegin hav’ at vita,
hvaðan’ tú kemur.
Tá ið tú nemur meg, ert tú vát.
Hey, halló kavaflykra,
tit fjala fjøll og dalar – glitra,
tá kuldin kínir,
balla tit dýnur omaná.

Av møði
leggjast á bøin
og verða til ein mjúkan dúk.
Har rulli eg tykkum,
tá ið eg fari út.
Eg byggi upp
og so flyti eg
inn í mína kavaborg.
Har skal eg liva
alt uttan sút og sorg.

Ein vaktarmann
má eg hava, hann
ber hjálm, ið er ein spann.
Hann verjir meg,
tá ið risar herja á.
“Nú ráði eg
her í borgini!”
Og eg rópi hart: “Kom ann!!”
Men eingin torir.
Hvat skal eg finna upp á.

Men brátt
varð borgin í minna lagi.
Eg bygdi meira aftrat.
Tá hendi nakað,
og vita tit nú hvat?
Tað fór at dropa,
eg fór at kroka,
og eg minnist at eg græt,
tá takið datt niður-yvir-meg
har, ið eg sat.

FavoriteLoadingGoym tekstin