Kavajól

Orð: Sammy Cahn
Lag: Jule Styne
Umyrkt: Martin Joensen

1. Uttanfyri er bítandi vindur,
nú hvítnar fjallatindur
og bliknað er Móðir Sól,
kavajól, kavajól, kavajól.

2. Men inni situr Dávur so knáur
og pakkar jólagávur,
meðan kavin legst um heiðar og hól,
kavajól, kavajól, kavajól.

3. Nú er lagið so findargott,
tó at farið um miðjunátt,
tí inni jólahitin er,
hóast úti er frost og gler.

4. Nú haldi eg vindurin minkar,
– hygg, jólastjørnan blinkar,
og seyðurin finnur sítt ból.
Kavajól, kavajól, kavajól.

FavoriteLoadingGoym tekstin