Kavamaðurin

Heri Nolsøe
Orð og lag: Heri Nolsøe

Eg gjørdi mær ein kavamann,
við spakanum og míni spann.
Eg rundan um hann mól og rann,
eg var so øgiliga góð við hann.

Men í nátt,
hvarv hann brátt,
tí í nátt
er vorðið tátt.
Kavamaðurin eg átti teg,
men nú ert tú farin burt tín veg.

Og tárini nú renna stríð,
eg hyggi út og spyrji hví?
“Teir hava stutt livitið”,
sigur mamma og smílist blíð.

Men í nátt,
hvarv hann brátt,
tí í nátt
er vorðið tátt.
Kavamaðurin eg átti teg,
men nú ert tú farin burt tín veg.

Droymdi at hann kom inn um,
at fáa sær ein drekkamunn,
men tá eg vaknaði so var hann burt.
Uttanfyri er nú vorðið turt.

Men í nátt,
hvarv hann brátt,
tí í nátt
er vorðið tátt.
Kavamaðurin eg átti teg,
men nú ert tú farin burt tín veg.

FavoriteLoadingGoym tekstin