Kavarok á oynni

Tað var ein kaldan vetrardag,at Malvina fór avstað
nógvur vindur og tjúkkur kavi lá,
ikki lætt at sleppa út, uttan fyrst at bólta rút,
gjøgnum skalvin, ið uttan fyri lá.

Á oynni illa grivið var, so hon mátti skunda sær,
sleppa suður nú ein skái hómast í,
ikki er tað altíð lætt at vitja fólk og vitja ætt
ein kaldan vetur, tá alt er kavaklætt.

Fyrsta teinin gekst stak væl, hetta var jú sum eitt spæl,
og Malvina hon mælti ikki orð,
men tá hon nærkast Mjørkadali, ja so kom tað grova ælið,
sum hesum túri ein bráðan enda gav.

Nei, har sást jú einki út gjøgnum annars klára rút,
einans vindur og kavi úti var,
har var einki at gera við, so hon mátti sita í frið
og so bíða til ælið liðugt var.

Tað var júst um hetta mundið, at ein SEV-maður á Sundi
helt seg síggja tvey ljós í myrkrinum,
og hann fór við sínum hundi niðaná í størsta skundi
fann Malvinu í kavarokinum,

Men hann helt, at hon var deyð, sjálvt um nøsin enn var reyð,
og so fekk Malvina lívsins koss,
men hon fekk sær bert ein blund, hetta væna fagra sprund,
og nú eiga tey bæði børn og hund.

FavoriteLoadingGoym tekstin