Kavarok

Orð: Mikkjal á Ryggi
Lag: Jóhan Kallsoy

1. Tað rýkur og fýkur,
og norðættin strýkur
um stálfrysta jørð,
og veturin harði
nú dregur frá læri
sítt svíðandi svørð.

2. Hann oysir og froysir,
úr gronini goysir
snjóflykrur og hagl
og guvandi glaður.
Hvør vattleysur maður
má blása í nagl.

3. Tað rínur og hvínur,
og óveður týnir
mangt lívið á fold,
og fossarnir frysta,
og ravnarnir rista
sítt frísuta hold.

4. Tað dynjar og stynjar,
og áin seg brynjar
í blankasta málm;
hin hávaksni tindur
um høvur sær bindur
ein skínandi hjálm.

5. Tað rasar og vasar
um eygur og nasar,
tað kylir á kinn.
Har tekja er yvir,
um sprungur og rivur
tað trokar seg inn.

6. Tað brakar og knakar
um kleyvar, og klakar
á skrindum í dal.
Smáfuglar seg gremja,
meðan flykrurnar fremja
sítt kátasta spæl.

7. Tær dansa og kransa
um heyggjar og stansa
á fonn eina stund;
so aftur við øði
og villari frøi
tær leika um sund.

8. Tær flúgva og smúgva,
í snúður sær snúgva;
ólúgvandi alv
tær tykjast at eiga.
Av hamri tær breiða
ein fjallhøgan skalv.

9. Tær herja og berja,
so lívið at verja
er ilt fyri menn,
enn verri hjá seyði;
hin óttandi deyði
hann glettir á tenn.

10. So letur um vetur –
tað verður tó betur:
Tá sólin fær mátt,
hann stingur í slíðra
sín brand og má fíra
og fellur í fátt.

FavoriteLoadingGoym tekstin