Kavin kom

Orð og lag: Martin Joensen
Ensk týðing

1. Kavin kom í morgun,
legðist uttan ljóð.
Doyvdi allar litir,
fjaldi tína slóð.
Kavin kom í morgun,
legðist uttan ljóð.

2. Veikt sum andadráttur,
fjart sum veingjasuð
kennist tú enn hjá mær,
men hvar ert tú nú?
Veikt sum andadráttur,
fjart sum veingjasuð.

3. Ljós á myrkum havi,
skip ið søkja havn.
Mitt í mannamúgvu
teski eg títt navn.
Ljós á myrkum havi,
skip ið søkja havn.

FavoriteLoadingGoym tekstin