Kemur tú í kvøld til Jesus

Victor Danielsen
Lag: James McGranahan
Týtt: Victor Danielsen

1. Kemur tú í kvøld til Jesus,
sum eymt teg elskar, sig?
Hann vil teg fegin frelsa
og geva lív og frið;
tína synd tað av kann tváa,
Guds Sonar dýra blóð;
áh, lít nú á hans lyfti,
tey geva hvíld og ró!

Niðurlag:
Vilt tú koma heim í kvøld,
vilt tú koma heim í kvøld?
Kemur tú í kvøld til Jesus
út úr myrkri inn í ljós?
Vilt tú koma heim í kvøld,
vilt tú koma heim í kvøld
til tín Faðir, sum teg elskar –
vilt tú koma heim í kvøld?

2. Kemur tú í kvøld til Jesus?
Hann bíðar eftir tær;
nú drála ikki longur,
ei longur burtur far!
Vilt tú nú teg lata frelsa
og líta á hans orð?
Kom, meðan enn hann kallar,
og set teg við hans borð!

3. Kemur tú í kvøld til Jesus?
Sig, sig, hví drálar tú?
Nóg leingi vart tú burtur –
ver kvikur, kom kom nú!
Í heiminum er órógv
og synd og sorg og neyð,
og síðan deyði, dómur –
kom tí, sum Gud tær beyð!

FavoriteLoadingGoym tekstin