Kennir tú hin gamla sangin

Orð: Rawley-Bilhorn
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Kennir tú hin gamla sangin,
tónalagið yndisligt?
Eg sum barn hann hoyrdi sungnan,
enn hann ljóðar yndisligt!

Niðurlag: Syng fyri mær hin gamla sangin,
Mósesar og Lambsins song!
Hann kann lætta lívsins trega,
leiða meg at hvíldarong.

2. Títt eg hoyri kendar røddir
frá teim gomlu, Guð tók heim;
tónar, sum eg aldri gloymi,
ríkan arv eg fekk frá teim’!

3. Henda undurfulla sangin
legði Harrin í mítt bróst;
Hann í hjarta mínum brúsar,
ger mær lívið ríkt og ljóst.

4. Á, eg síggi tey forfylgdu,
útistongd, forpínd og svong
vegna vitnisburð um Kristus,
syngjandi tó Lambsins song!

5. Fyri Trúnuni eg síggi
frelsta skaran syngjandi!
Á, hvør songur, Lambsins songur,
brúsar gjøgnum Himmalin!