Kennir tú hitt lítla barnið, sum í Betlehem varð føtt

Orð: Mrs. S.Z. Kaufman
Lag: William A. Ogden
Týtt: Victor Danielsen

1. Kennir tú hitt lítla barnið, sum í Betlehem varð føtt,
Harran Jesus, sum á krossi fyri okkum hevur bløtt,
hann, sum lærdi har í templinum teir gomlu hina ferð?
Áh, tað gleðir meg at siga:
Hann í dag hin sami er!

Niðurlag:
Hann hin sami er í dag,
hann hin sami er í dag,
bjargar hjálparleysum enn,
frelsir fegin falnar menn,
ja, hann hin sami er í dag!

2. Kennir tú hin Harra, sum til sínar gekk á vatninum,
tá ið teirra mót var burtur har í ódnarveðrinum?
Ivast tú, um enn í dag tey somu undurverk hann ger?
Nei, tað gleðir meg at siga:
Hann í dag hin sami er!

3. Kennir tú hann, sum í urtagarðinum hann lá og bað,
sum á krossinum hann fyri okkum leið hin myrka dag?
Sært tú fyri tær hitt høvur, sum ta hvøssu krúnu ber?
Áh, tað gleðir meg at siga:
Hann í dag hin sami er!

4. Sjúkum, ørmum, veikum – hvørjum hjartatroyttum syndara
býður Jesus enn at smakka hina søtu náðina;
nem í trúgv við klæði hans, sum kvinnan gjørdi einaferð,
og við gleði skalt tú sanna,
hann í dag hin sami er!

FavoriteLoadingGoym tekstin