Ketchup í eitt jørn

Orð og lag: Jákup Veyhe

Í kavaódn og sólskinslogn,
eg standi við mín pylsuvogn.
Har koma tvey til pylsur og breyð,
og hon er ein ørn, tí hann hevur tørn.
Álvaratos og eplamos og ketchup í eitt jørn.

Í eitt jørn, jørn, jørn, gev mær ketchup í eitt jørn.
Í eitt jørn, jørn, jørn, gev mær ketchup í eitt jørn.
Í eitt jørn, jørn, jørn, gev mær ketchup í eitt jørn.
Gev mær ketchup í eitt jørn.

Stoyti eg ketchup,
turki eg slettchup,
dryppar í mína pylsukoncern,
– hov, hov tit –
bíða til tað verður tykkara tørn!
Gev mær so fitt í av sinoppi mitt í og ketchup í eitt jørn.

FavoriteLoadingGoym tekstin