Keypt varð mín sál frá heiminum út

Orð: R. Edhelberg
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Keypt varð mín sál frá heiminum út,
arvað í Himlinum signaðan lut;
:,:keypt til at ognast Himmalin við,
krúnuna vinna, lívsælan frið!:,:

2. Keypt varð mín sál, tó menniskju við
spotta, er sál mín fylt við Guðs frið’.
:,:Keypt til at líða trongdir í verð,
Himmalin bíðar, einki tað ger!:,:

3. Doypt og útfríað, loyst vóru bond,
leidd verður heim av Frelsarans hond.
:,:Har fyri Trúnuni stór eins og smá
prísa Tær, Jesus, syngjandi tá!:,:

4. Faðir og móðir, kom og verð við,
systir og bróður, tak hetta stig!
:,:Tann, sum vil drála, gerst ein av teim,
sum aldri náddu hitt signaða heim.:,:

5. Keypt varð mín sál, á, lívsælu orð!
Reitt er í Himli eitt fullbúgvið borð!
:,:Ber hesa heilsu hvar enn tú fer’,
mong tørva frelsu í hesi verð.:,: