Kirkjan hon er eitt gamalt hús

N.F.S. GrundtvigLudvig Mathias Lindeman
Orð: N.F.S. Grundtvig
Lag 1: Knút Olsen
Lag 2: Ludvig Mathias Lindeman
Týtt: Jákup Dahl

1. Kirkjan hon er eitt gamalt hús,
stendur, um tornini falla;
torn sukku eftir torn í grús,
klokkur enn kima og kalla,
kalla á gomul og á ung,
mest tó á sál, sum troytt og tung
stundar á æviga hvílu.

2. Harrin ei býr í húsum teim,
sum mannahendur her gera,
templini øll um allan heim
kunnu hans dýrd ikki bera;
tó hevur bústað bygt sær her
algóði Guð, sum dýrur er,
reistan av moldum í náði.

3. Í húsi Guðs og kirkju nú
vit eru livandi steinar,
sum undir krossmerki skírn og trú
í Harrans miskunn sameinar;
um vit her hesum foldum á
bert vóru tvey, tó okkum hjá
Harrin var við sínum veldi.

4. Hvar so um alla heimsins grund
frelsarans navn vit á heita,
sjálvur hann kemur har á fund,
vil okkum sælan frið veita,
Andans og lívsins orð hans blíð
nær eru okkum hvørja tíð,
sálina ugga og lívga.

5. Hús tó, sum bera kirkjunavn,
bygd upp til frelsarans æru,
har sum hann tekur børn í favn,
eru sum heimini kæru.
Mangt signað orð har fram er ført,
har hevur sáttmál við oss gjørt
hann, sum oss himmiríki unnar.

6. Funturin minnir um skírnarnáð,
altar um kvøldmáltíð sæla,
orðið um Harrans hjálparráð
altíð skal her verða talað;
um øldir skifta, fara ár,
Harrin í dag er sum í gjár,
sama er trúgvin og skírnin.

7. Gævi tá Guð, ið hvussu er,
altíð, tá klokkurnar kalla,
fegið til kirkju fólkið fer,
samlynt um verðina alla!
«Verðin væl ei, men tit meg sjá,
alt, tað eg sigi, verður svá,
veri Guðs friður við øllum!»

FavoriteLoadingGoym tekstin