Klaksvíkingar treystir

Orð og lag: Heri Nolsøe
Viðmerking: Yrktur í 2006.

Klaksvíksmenn og kvinnur,
spent tey rógva kapp,
einki annað bátastevnið,
fram um tykkum slapp.

Róðrarhjarta gløðir,
førir tykkum fram,
okkum øll tað frøir,
á bylgu bátur rann.

Klaksvíkingar treystir,
í barmi róðrarbál,
á bekki stoltir, reystir,
tit fremstir inn á mál.

Á aldukambi rógva,
stríðast inn á mál,
á øllum hinum knógva,
nu flógv hvør róðrarsál.

Klaksvíkingar treystir,
í barmi róðrarbál,
á bekki stoltir, reystir,
tit fremstir inn á mál.

Í miklum kappabrøgdum,
tit rógva fram á leið,
við róðrarfólki nøgdum
á sigurspall nú steig.

Klaksvíkingar treystir
í barmi róðrarbál,
á bekki stoltir, reystir,
tit fremstir inn á mál.

Klaksvíksmenn og kvinnur,
spent tey rógva kapp,
einki annað bátastevnið,
fram um tykkum slapp.

:: Klaksvíkingar treystir,
í barmi róðrarbál,
á bekki stoltir, reystir,
tit fremstir inn á mál.::

FavoriteLoadingGoym tekstin