Klettar og berg skulu einaferð víkja

Orð: Lina Sandell
Lag: Johann B. König, Jean-Jacques Rousseau
Týtt: Victor Danielsen

1. Klettar og berg skulu einaferð víkja,
fjøll skulu vikast, og heyggjarnir við;
aldri mín náði og miskunn skal svíkja,
friðarsátt mín skal ei vikast eitt stig. –
Á henda klettin, á orðið hitt fasta,
talað av honum, ið ævigur er,
havi eg byrðar og skuld mína kastað,
bjargaður væl inn um boðar og sker.

FavoriteLoadingGoym tekstin