Klettar og fjøll einaferð skulu svíkja

Lina SandellPetur Jacob Sigvardsen
Orð: Lina Sandell
Týtt: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Týddur 1. apríl 1961.

”Klettar og fjøll einaferð skulu svíkja,
heyggjarnir við skulu skakast í grund,
miskunn mín ikki tó frá tær skal víkja,
sáttmáli mín skal ei vikast ta stund!”

So hevur Harrin í trúfesti svarað,
hann, sum er heilagur, veitti oss trú.
Er hann hin sami, tá øldirnar fara?
Kann eg á lyfti hans byggja mær bú?

Galda hans orð øll tey lívsælu, eymu
eisini fátæka syndara, meg?
Tori eg drekka av sælunnar streymi?
Harri, tú svarar: ”Tað er fyri teg!”

Ja, á tann klettin, á orðið hitt fasta,
talað í trúfesti, talan er sonn,
har eg við skuld míni tori meg kasta,
bjargaður væl inn á sælunnar strond.