Klettur, klovin fyri meg

Orð: Augustus M. Toplady
Lag 1: Týskt
Lag 2: Richard Redhead
Lag 3: Thomas Hastings
Lag 4: W. Rogers
Týtt: Victor Danielsen
Upprunaheiti: Rock of ages, cleft for me

1. Klettur, klovin fyri meg!
Fjaldur í tær eri eg;
blóðið tað, sum frá tær rann,
lív og rættvísi mær vann,
lyfti mína byrði av,
hjartafrið og hvíld mær gav.

2. Harri, tú útvaldi meg,
áður enn eg søkti teg!
Tú ert øll mín rættvísi
nú og allar ævir við;
í tær tók meg Gud í favn,
gav mær barnarætt og navn.

3. Meðan enn eg andi her,
tá mín dagur liðin er,
tá eg sæla land skal ná,
teg á trónuni skal sjá –
klettur, tú sum klovin varð,
sæla eina er í tær!

FavoriteLoadingGoym tekstin