Klókari við tíðini

Orð og lag: Steintór Rasmussen

Um vit gerast klókari tess longri vit liva
Um tað eru undantøk eg stríðist við mín iva
Er tolsemi tað sama í tómgongd vit mæla
Tærd av lívsins lærdómi tøgnin er tín tala

Sólin handan támið verðin øll í menning
Rann av tárakeldunum tíðarinnar kenning
Brendar vóru bøkur blýantar ei hvestir
Í heimi tínum líkasælan oftani var gestur

Tá dagurin yvirgav valdið
Til myrkrið og longsulin fjaldi
Sum vil sveima og droyma
Í øgn við himmal og hav
Av øllum tú varar av

Tú smíða vildi vónir og tíðarbilið grípa
Meiningin tú hevði við árunum er slípað
Stilla gamla sendaran sum í tínum degi skróvar
Tað er ein annar boðskapur samtíðin nú bjóðar

Tú kanst fáa talitíð og stemma tínar streingir
Fólk tey broyta søguna og gloyma tínar sangir
Tað er eitt spei við lívinum sum mannabarnið hevur
Ein ógingin og ójavnur og endaleysur vegur

FavoriteLoadingGoym tekstin