Klyvjarossið

Mikkjal á Ryggi
Orð: Mikkjal á Ryggi
Lag: Johan Christian Gebauer

1. Hvat má meiri stríða
enn eitt neyðar klyvjaross?
Stundum má tað strev og knoss,
stundum hungur líða.

2. Veturin er strangur;
tí er tað so kalda rak,
skarpt og stríggjut um sítt bak;
veturin var svangur.

3. Eingin gav tí fóður;
kjøtið skjótt av síðum svann,
mergur burt úr beinum rann,
áðrenn tað fekk gróður.

4. Meiri enn tað orkar
má tað bera mangan dag,
sára undir koyrilsslag
stynjandi tað snorkar.

5. Tolið tó tað raggar,
ynskir yvir ongan ilt,
ger sítt verk so trútt og stilt,
um enn møðin baggar.

6. Børn, tit mugu vera
góð við øll tey troyttu ross,
sm so tolin fyri oss
tungar klyvjar bera.

FavoriteLoadingGoym tekstin