Kom, Andi Guds, sum í mær festi búgv

Orð: George Croly
Lag: Frederick C. Atkinson
Týtt: Arnfinnur Setberg (1. og 2. ørindi) og Zacharias Zachariassen (3. og 4. ørindi)
Upprunaheiti: Spirit of God, descend upon my heart

1. Kom, Andi Guds, sum í mær festi búgv,
heimin burt rek, og styrk tú mína trúgv.
Alvaldi, virka við hvørt hjartaslag,
at eg teg elski meiri dag um dag.

2. Alt tú nú eigi, styrki, sál og skil,
og um eg søki teg, eg finna vil.
Teg vil eg elska, Gud og Harri mín,
hjarta við ljómi fylli krossur tín.

3. Lær meg at kenna, at tú ert mær hjá,
so hvørjum fígginda eg sigri á.
Iva og treiskni flýggja lat frá mær,
tolnan meg ger, um bøn mín ei fær svar.

4. Lær meg av sonnum, Gud, at elska teg,
kærleika tín lat altíð tvinga meg.
Lat Andans ávøkst fylla lív og sál,
hjartað tá gerst eitt Andans kærleiksbál.

FavoriteLoadingGoym tekstin