Kom, andi Guðs, vís okkum vegin

Orð: Hans Michael Jacobsen
Lag: Henrik Rung (Nú skínur sól í dýrd og mæti)

1. Kom, andi Guðs, vís okkum vegin,
fylg okkum, so vit ganga fegin,
halt okkum smala vegnum á,
so óskadd heim vit kunnu ná.
Kom, andi Guðs, og okkum leið,
so at vit burtur villast ei.

2. Kom, andi Guðs, og køv hvønn neista,
sum vil til illgerð okkum freista,
ger sorgtyngt hjarta frískt og lætt,
stýr okkum, so vit virka rætt.
Kom, andi Guðs, ger okkum sterk
og fús at fremja góða verk.

3. Kom, andi Guðs, lat myrkrið dvína,
lat okkum kenna megi tína,
rek syndamyrkrið okkum frá,
lat ljós títt skína okkum hjá.
Kom, andi Guðs, og okkum lýs,
ger okkum sonn, ger okkum vís.

4. Kom, andi Guðs, við makt og veldi,
fyll okkum heilt við halgum eldi,
so fús títt verk vit fara til
og virka so, sum Guð tað vil.
Kom, andi Guðs, birt ljósið bjart,
lat síggjast, tú við okkum vart.

FavoriteLoadingGoym tekstin