Kom, angurfulli, náði finn

Orð: Eliza E. Hewitt
Lag: John R. Sweney
Týtt: Victor Danielsen

1. Kom, angurfulli, náði finn!
Jesus nú kemur her;
hygg í hans mildu ásjón inn,
har miskunn og náði er!

Niðurlag:
Kemur her, kemur her!
Ófrelsti, um nú ræður tað,
Jesus, hann kemur her í dag –
kemur her, kemur her!

2. Kom, hungrandi, sig tína neyð!
Jesus nú kemur her;
hann frítt tær gevur lívsins breyð,
og sál tína metta ger.

3. Kom, troytta sál, og fá tær frið!
Jesus nú kemur her;
kom, alla trongd tú honum sig,
og sorg tína honum ber!

4. Kom, tyngda sál, við byrðunum!
Jesus nú kemur her;
og hann, sum fagnar syndarum,
og enda á stríðnum ger.

FavoriteLoadingGoym tekstin