Kom, barn, og elska Jesus

Orð: Ókend/ur
Lag: Theodor við Keldu
Týtt: Petur William Háberg

1. Kom, barn, og elska Jesus,
sum teg so elskaði,
at hann til tína frelsu
seg sjálvan ofraði.

2. Gakk somu leið sum Jesus,
ið deyðan yvirvann,
so alt títt lív og virki
ber vitnisburð um hann.

3. Lít eina, barn, á Jesus,
hvat enn tær henda kann,
lat tína tráan vera
at æra hann, bert hann.

4. Ver Jesusi nú trúgvur
og fylg hans boðum her,
so skalt tú krúnu bera
í dýrd, har Jesus er.

5. Nú, barn, fylg Jesu boðum
og undir krossin far,
tá vil hann hátt teg heiðra
í Himlinum hjá sær.

FavoriteLoadingGoym tekstin