Kom ber tína byrðu til Jesus

Orð: E. E. Hewitt
Lag: W. J. Kirkpatrick
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Kom ber tína byrðu til Jesus
legg hana við Meistarans fót,
við krossin á Golgata heygnum;
kom, frelsuni frítt tak ímót.

Niðurlag: Á, boygg teg, o, sál, fyri Jesus,
fortel Honum alt gjøgnum bøn!
Tín Faðir, sum sær í tí fjalda,
skal geva tær signaða løn!

2. Kom, gleð teg nú fult í Hans frelsu,
frá sorg tá er fríað tín sál.
Og ber somu boð til tín næsta,
og vís honum Frelsunnar mál.

3. Lat Guð leiða teg gjøgnum lívið,
vík ikki frá Hansara lið.
Í Honum tú finnur ta keldu,
sum fløðir av frelsu og frið!