Kom, fram hitt søta ljóðið ber

Charles John StanleyVictor Danielsen
Orð: Samuel Medley
Lag: Charles John Stanley
Týtt: Victor Danielsen

1. Kom, fram hitt søta ljóðið ber,
ta makaleysu dýrd, sum er
í mínum Frelsara!
Ber lovsong fram til Gud og hann,
ein song til æru hans sum tann,
ið er kring trónuna!

2. Hvør ríkt hitt dýra blóð, hann læt
at keypa meg, sum bundin sat
og undir dómi var!
Hvør fullkomin hans rættvísi,
hvør hvít og rein tey klæðini,
hans deyði keypti mær!

3. Stór er tann tænasta, hann ger,
og stórur heiðurin, hann ber
á síni trónu nú;
við prísi, sum ei tagna kann,
við lovsongi, sum aldri svann,
har ærdur verður tú.

4. Og skjótt vit náa nú tann dag,
tá vit í hinum ljósa stað
títt andlit skulu sjá;
vár Harri, vinur Frelsari,
vit skulu syngja har um teg
við hørpuljóði tá!

FavoriteLoadingGoym tekstin