Kom, friður av himni, í hjørtuni inn

Orð: Louis Zachariasen
Lag 1: Knút Olsen
Lag 2: Ámundur Berthelsen

1. Kom, friður av himni, í hjørtuni inn,
Guðs dýrd til tey smáu á foldum,
og grøð tey sjúku í sál og í sinn’,
sum særdust av syndanna voldum.

2. Kom, kærleikans andi, sum vársólin blíð,
ið kveikir upp lívið á vali,
og birt í barminum bjartari tíð,
sum sýnist í verki og talu.

3. Kom, rættlætis andi, og leið okkum so,
at trúgvin í hjartanum brennur,
og flyt úr barmi tey trúnaðarboð,
ið faðirin fagnar og kennir.

4. Tá tagna tey tár, sum í sorgtungu stund
so nívandi boygdu til jarðar,
og sálin søkir hin friðsæla fund,
har faðirin barninum svarar.

FavoriteLoadingGoym tekstin