Kom fylkist øll

Orð og lag: Jan Ove Heinesen

Kom fylkist øll sum vita
at órættvísi er
at fólk tey verða kúgað
runt um í stóru verð.

Vit vilja teimum amnesti
vit vilja teimum grið
so heimurin í felag
liva kann í frið.

Kom fylkist øll sum vilja
rættvísi vinna skal
kúgarar mugu skilja
vit kúgaðum vilja væl.

Kom øll og standið saman
fylkist lið um lið
í álvara og gaman
vit vilja demokrati.

FavoriteLoadingGoym tekstin