Kom, Halgi Andi, okkum lær

Orð: B. Ringwald
Týtt: Jóannes Patursson

1. Kom, Halgi Andi, okkum lær
vár’ frelsara tí reina
so trúliga at fylgja nær
og tæna honum eina;
so tá ið deyðin streingir á,
at Krist vil okkum unna tá
sín heiðursvunna sigur.

2. Gev, at tín kærleiks megi sterk
at hjartanum væl nítur,
so guddómsorðið byggir verk,
sum eingin niður brýtur;
ja, deyða tú hin ónda lyst,
unn okkum øllum himnavist,
lat trúnna ávøkst bera.

3. Tá komið er at banasótt,
og taldir dagar renna,
lat okkum tá tín studning brátt
í hjørtum várum kenna,
so vára sál við lív og ond
vit geva upp í Jesu hond
í náðum har at goymast.

FavoriteLoadingGoym tekstin