Orð og lag: Holgar Jacobsen
Kom her mín eingil, set teg her hjá mær
lat okkum minnast, føgru tíð ið var
okkara er løtan, tíðin stendur still
handan fjalda toku, vit draga tíðsmynd fram
Kom lítli eingil, balla teg hjá mær
hvørva høru vindar, tá tú liggur nær
eymt í mjúkum loti, sum á summarnátt
sveimar tíðarbili, av klárum himni hátt
Niðurlag: Er hetta dreymaferðin mín
kom legg teg fjálga meg á nátt
Kom nú lítli eingil, turka míni tár
ikki tú mær voldi, døpru tankasár
kyss meg blítt á holdi, sum á elskhug ferð
men vakni eg úr dreymi alt tað sama gerð

