Kom higar, tysta sál

Orð: Thomas B. Barratt
Týtt: Victor Danielsen

1. Kom higar, tysta sál,
og drekk av lívsins flóð!
:,: Tann tosta, eingin sløkkja kann,
hann sløkkir hin kelda góð. :,:

Niðurlag: Kom nú, tú tysti,
orðið um Jesus hoyr!
Tá skal sál tín fáa frið
og aldri tysta meir.

2. Mong sálin, tung og troytt
á lívsins døpru leið,
:,: við hesa keldu boygdi seg,
og upp aftur styrkt hon steig. :,:

3. Drekk nógv, tú arma sál!
Tess meiri mátt tú fært
:,: at nýta Andans hvassa svørð,
tá stríðið tær verður hart. :,:

4. Skjótt tíðin runnin er,
vit foldum fara frá;
:,: tá verður gott at koma heim
og liva har Jesusi hjá. :,:

FavoriteLoadingGoym tekstin