Kom, hvør ein sorgfull sál, og trúgv

Orð og lag: John H. Stockton
Týtt: Victor Danielsen

1. Kom, hvør ein sorgfull sál, og trúgv!
Hjá Gudi náði er,
og Jesus skal tær geva frið,
hann kærleik til tín ber.

Niðurlag:
Lít bert á hann, lít bert á hann,
lít bert á hann nú!
Hann teg frelsir, hann teg frelsir,
hann teg frelsir nú.

2. Tí Jesus læt sítt dýra blóð
at frelsa hvønn og ein;
kom, í tí keldu tváa tær,
og sál tín verður rein!

3. Ja, hann er eina vegurin
til hvílu fyri teg,
og lívið býður hann tær her
við trúgv, við trúgv á seg.

4. Hví ivast tú? Man náði hans
til tín ei røkka við,
og hevur offurdeyði hans
til tín ei vunnið frið!

FavoriteLoadingGoym tekstin