Kom, hvør sál, syng fagnaðarsong

Orð: John Milton
Lag 1: John Antes
Lag 2: Arthur Seymour Sullivan
Týtt: Árni av Reyni
Upprunaheiti: Let us with a gladsome mind

1. Kom, hvør sál, syng fagnaðarsong
til vár Harra, Gud og Kong.

Niðurlag: Skjól hann er mót myrku vøld,
trúføst verja øld um øld.

2. Latið okkum boða her
Drottin, sum av øllum ber.

3. Skaparverk hans ljómar hátt,
boðar okkum miklan mátt.

4. Og hann kennir vára neyð,
veitir okkum dagligt breyð.

5. Trygt hann varðar síni børn,
verjir, tá ið leikar ódn.

6. Syng, hvør sál, tí fagnaðarsong
til vár Harra, Gud og Kong.

FavoriteLoadingGoym tekstin