Kom innar

Martin JoensenJákup Zachariasen
Orð: Martin Joensen
Lag: Jákup Zachariasen

Tað bankar, nú stendur hann har:
“Kom innar og gist her hjá mær.
Nú náttin er myrk, gev sálini styrk.
Kom innar, mær tørvar teg nú.

Harúti er ýlandi ódn.
Nú mammur rópa inn síni børn.
Kom, ber mær tín frið, set teg mær við lið.
Kom innar, mær tørvar teg nú.

Hvussu fanst tú meg? Hví leitaði tú?
Eg eri ei verdur, men tú sigur jú.
Tú sigur, at tú ert mín hirði?
Skunda tær inn, mær tørvar teg nú.”

Nú lýsur, – tú vakti, eg svav.
Tú reisist og tekur tín stav,
og áðrenn tú fert sigur tú bert:
“Eg kom, tí mær tørvaði teg …”

FavoriteLoadingGoym tekstin