Kom, kæri Jesus, eg biði

Orð og lag: Ókendur
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Kom, kæri Jesus, eg biði,
gev mær Tín Anda og frið,
kom, gev mær lív, gev mær styrki,
gev mær Tín kærleika við.

2. Jesus, Tú veitst, at mær leingist
at kunna vitna um Teg;
Jesus, mær leingist at kenna
Andans og Sannleikans veg.

3. Hvílu Tú gevur tí troytta,
balsam til svíðandi sár,
gleðinnar lekjandi olju,
fagnaðar lívsæla vár.

4. Tú ert í oyðimørk keldan,
lívsæla várregnið blítt;
lat Tína lekjandi megi
flóta inn í hjarta mítt!

5. Tú hevur vísdóm at geva,
hugbirting nýggja og ljós,
veikleika broytir til styrki,
beinir meg á rætta kós.

6. Jesus, tað eru tíverri
so mong, sum ei kenna Teg her;
Jesus, á, gev mær ta náði,
at siga teim hvør ið Tú er’!

7. Jesus, tað myrknar um heimin,
vónloysismerkt henda tíð;
Jesus, á, loyv mær at bera
ein boðskap, sum frelsa er í.