Kom, kom, tú syrgjandi, kom, tú, sum líður

Orð: Thomas Moore
Lag: Samuel Webbe
Týtt: Victor Danielsen

1. Kom, kom, tú syrgjandi, kom, tú, sum líður,
kom, tú, sum særdur ert á lívsins veg!
Kom til tín Frelsara, hoyr, hann tær býður:
Syndarum frelsu og frið gevi eg!

2. Troyst ber hann syrgjandi, sjón hinum blinda,
hann, sum á krossinum ofraði seg;
hoyr, hoyr hans náðiorð: Hevur tú syndað –
syndarum frelsu og frið gevi eg!

3. Úr særdu síðu hans lívskeldan rennur,
keldan, sum reinsa og grøða kann teg;
hoyr friðarheilsan hans, sum best teg kennir:
Syndarum frelsu og frið gevi eg!

FavoriteLoadingGoym tekstin