Kom kúgaðu kring allan heimin

Orð: Eugéne Pottier
Lag: Pierre Degeyter
Týtt: Elin Henriksen og onnur
Viðmerking: Týddur til 1. mai-hald.

1. Kom kúgaðu kring allan heimin,
øll niðurboygd av sorg og neyð.
Nú kyknar eldurin úr eimi,
nú verður stríð um lív og deyð.
Gomlu skipan vit nú sundur bróta,
upp trælir, vit hava valt.
Og tey, sum áður máttu lúta,
úr ongum skulu gerast alt.

:,: So fylkjast vit á vali,
síðsta stríðið er í nánd,
og Internationali
ber sigurin í hond. :,:

2. Frá veldisharrum kemur einki,
ei heldur gud vit líta á.
Vit bróta sjálvi okkar’ leinkjur
og fulla frígering vinna tá.
Til at taka alt tað stolna aftur
og at slíta andans bond
krevst allur okkar’ egni máttur
og samanhald kring heimsins lond.

3. Tá kongar sínámillum kríggjast,
teir krevja, at vit koma við.
Men næstu ferð teir skulu síggja,
at vit einans vilja frið.
So tá boðið ljóðar: “Skjót tín næsta”
– vit venda vápnum við
ímóti borgarveldi versta –
og fylkjast síðan lið um lið.

4. Hoyr, arbeiðsfólk á sjógv og landi,
ein dag skal verðin gerast vár.
Tann stætt, ið alt frá okkum rændi,
hon skal fáa banasár.
Leingi hevur rovfuglur oss herjað
– vit hann skulu týna skjótt.
Og sigurin, sum vit tá verja,
ber eydnutíð til land og fólk.

FavoriteLoadingGoym tekstin