Kom, latið okkum samsint her

Isaac WattsVictor Danielsen
Orð: Isaac Watts
Týtt: Victor Danielsen

1. Kom, latið okkum samsint her
nú syngja prís til hann,
sum lovaður av einglum er,
sum lívið okkum vann!

Niðurlag:
Æra veri Lambinum,
sum doyði á Golgata,
prís og æra, prís og æra
bæði nú og altíð.

2. Ja, hans hans eina æran er,
hann fái dýrd og glans!
Í Himli og á foldum her
er valdið eina hans.

3. Til krossin hann av Himli steig,
sítt blóð læt renna her;
tann, á hann trýr, fortapist ei. –
hvør góður Harrin er!

FavoriteLoadingGoym tekstin