Kom, lívga verk títt, Gud

Orð: Albert Midlane
Lag: William H. Doane
Týtt: Victor Danielsen

1. Kom, lívga verk títt, Gud,
út arm tín rætti tú,
lat ljóða rødd, sum vekur deyð,
fá okkum hoyra nú!

Niðurlag:
Kom, lívga verk títt, Gud!
Vit boyggja okkum her;
kom niður, Harri, niður kom,
við signing nær nú ver!

2. Kom, lívga verk títt Gud,
rek burt tann svøvn, sum vann,
blás lív í henda flógva eim,
bert Andi tín tað kann!

3. Kom, lívga verk títt, Gud,
skap tosta eftir tær,
áh, at hin sanna andans svongd
í hvørjum brósti var!

4. Kom, lívga verk títt, Gud,
títt orð lat ljóða frítt,
ger høgt títt navn og okkum lær
at elska teg og títt!

FavoriteLoadingGoym tekstin